VENTILATIÓNSREINS
Vit í NNFix hava serkunnleika innan reinsan og viðlíkahald av ventilatiónsskipanum og eru loyvisgóðkendir til júst hetta arbeiði.
Eitt eru pappírini og vitanin, men vit hava eisini royndirnar. Vit hava reinsað øll sløg av av húsarhaldum, virkjum og stovnum, eins og vit hava nýmótans serútgerð til ein og hvønn tørv til hvørja einstøku skipan, bæði vinnuligt og privat.
REIN VENTILATIÓN
- Skapar eitt sunt og gott inniumhvørvið
- Ger at vansin fyri vætu í luftini og soppaskaðum er munandi lægrið, enn um ventilatiónin ikki koyrdi við fullum virknaði
- Rein rein og vælhildin ventilatiónsskipan økir um livitíðina á skipanini
- Tryggjar at luftin, vit øll anda í okkum er heilsugóð, frísk og góð
HVÍ REINSA?
Frísk og sunn inniluft kemur av ventilatiónsskipanin verður reinsað og viðlíkahildin regluliga. Hetta er galdandi fyri størri og smærri ventilatiónir, alt frá smærri íbúðum til sjúkrahús, skip o.s.f.v
Vit síggja í fleiri førum ventilatiónsskipanir, sum ikki eru reinsaðar í fleiri ár – enntá nakrar, sum ongantíð eru reinsaðar. Hetta ger, at skipanin ikki hevur ætlaðan virkna, men í flestu førum øvugtan virkna- Støv, døgg og ring inniluft eru bestu tekin um hetta.
Byggistøv er eisini ein afturvendandi trupuleiki, tí vit síggja ofta sera skitna ventilatiónsskipan aftaná nýbygging ella umvæling av húsum og bygningum. Tá er sera umráðandi at fáa ventilatiónina reinsaða.
VIÐLÍKAHALD AV VENTILATIÓNINI INNIBER AT VIT
Reinsa øll útsúgvingarrør
Reinsa øll innblásingarrør
Reinsa spjell og ventilar
Umvæla smærri lutir í ventilatiónini so sum hettur, lúkur, ristir og rør.
Kanna og reinsa vekslara
Reinsa inni í annlegginum
Regulera skipanina til tess at tryggja, at hvørt rúm fær røttu luftmongdina (bert eftir ynski)
AVRIK
Send okkum ein fyrispurning
Við serkønari vitan og nýmótast útgerð átaka vit okkum felst allar uppgávur, send okkum eini boð umvegis okkara boðskipan og vit venda aftur sum skjótast.