Hvat gera vit?
Skorsteinurin
Verður skorsteinurin reinsaður javnan, er tað við til at minka um nøgdina av sót í skorsteininum. Tað eru tvey sløg av sót. Rennisót og glanssót. Rennisót kemur av at kondensurin í skorsteininum verður blandaður við sótrestum. Múrsteinarnir á skorsteininum súgva hesa skitnu vætuna í seg, og við tíðini kemur súrur luktur og brúnir blettir á uttaru síðuna á skorsteininum. Rennisót kann koma, um skorsteinurin ikki er vardur fyri regni, er ov illa isoleraður, er ov stórur ella um ein brúkar vátt brenni. Rennisót ber ikki til at reinsa burtur, tá skaðin er hendur, men ein kann fyribyrjga rennisót við at reinsa javnan, fóðra skorsteinin og kynda rætt. Glanssót, harafturímóti, er sera eldfimt og kann økja um vandan fyri eldsbruna í skorsteininum. Glanssót kann koma, um skorsteinurin er ov stórur, ikki er fóðraður ella um tú hevur brenniovn ella peis og kyndir skeivt. Serliga er vandi við øktari glanssót, um skorsteinurin ikki verður viðlíkahildin ella tá ein nýtir brenniovn á skeivan hátt. Tí eru ráðini tey: Reinsið skorsteinin javnan. Ymiskt er, hvussu skorsteinar dálka. Tí kann vera gott at fáa ein kønan út at hyggja eftir skorsteininum og vegleiða, hvussu ofta tørvur er á reinsi. Um ein hevur brenniovn er umráðandi, at kynda rætt við t.d. at seta eld á ovasta brenni og lata eldin brenna uppi frá og niður – Bert brúka turt træ, og ikki lýsingarbløð, viðgjørt træ o.a. – Syrg fyri, at ríkiligt av luft sleppur til og skrúva fyrst fyri luftini, tá eldslogin er vorðin ljósari – Roykurin , ið kemur úr skorsteininum, skal vera klárur á liti.
Montera hettu
Skorsteinshettan er ein sera góð verja ímóti at fuglur o.a. ikki sleppur at gera reiður niður í tínum skorstein og blakað óðvikomandi ting niður heldur. Eisini finnast hettur sum eru sera góðar fyri at sleppa undan truðulleikanum at tað slær niður, her kann Rotoent veðurhanin eitt nú brúkast sum dømi. NNFix hevur fleiri sløg av hettum og hava tær ymiskar virkningar
Skifta kaminlúku
Kaminulúkan í botninum er sera umráðandi at hava í góðum standi, av tí at hon er tann einasti veðurin inn í kaminuna at reinsa, er tað umráðandi at hon er heil og kompakt tá hon ikki er í brúk. Hetta so at sót, bruni o.a. ikki hava møguleikan at sleppa inn í húsið. Lúkurnar sum NNFix veitir og monterar fyri kundan eru av merkinum Morsø og eru tær gjørdar soleidis at tú man hevur ein brannvekk (brandlúku) innan og so eina reinsulúku uttan. Hetta fyri at tryggja at trygdin altíð er í hásatið.
Fóring
Treingir skorsteinurin til fóring ? Hava tit hava trupulleikar av rennisóti, ella at kaminan kondensar, so hava vit loysnina. Tað vísir seg, at alsamt fleiri hava trupulleikar av rennisóti. Hetta kemst av, at kaminan er ov køld. Yvirhøvur er neyðugt at fóðra kaminuna, tá ið ketilin verður skiftur, tí at teir nýggju ketlarnir geva ikki sama hita frá sær sum teir gomlu. Við eini fóðring sparir tú umleið 10-15 prosent í olju sambært útrokningum. Tvey sløg eru av sóti: rennisót og glanssót. Rennisót kemur, um kondens er í skorsteininum. Tað blandast við sótleivdir, ið síðan spríkja ígjøgnum fugur, múrsteinar og betong í skorsteininum. Tekin um hetta eru myrkir plettar, súrur luktur og mislittir veggir inni og uttan á skorsteininum. Rennisót kann koma, um skorsteinurin ikki er vardur fyri regni, er illa isoleraður, er ov stórur, ella um tú brúkar vátt brenni. Rennisót fært tú ikki reinsað burtur, tá ið skaðin er hendur, men tú kanst fyribyrjga rennisót við at reinsa javnan, fóðra skorsteinin og kynda rætt. Glanssót, harafturímóti, er sera eldfimt og kann økja um vandan fyri eldsbruna í skorsteininum. Glanssót kann koma, um skorsteinurin er ov stórur, ikki er fóðraður. ella um tú hevur brenniovn ella peis og kyndir skeivt. Vandi fyri øktum glanssót er, um skorsteinurin ikki verður viðlíkahildin, ella tá ið tú brúkar brenniovn skeivt. Vit ráða tykkum til at reinsa skorsteinin javnan. Ymist er, hvussu skorsteinar dálka. Tí kann tað vera gott at fáa ein kønan at hyggja at skorsteininum og siga, hvussu ofta neyðugt er at reinsa.
vit eru altíð tilreiðar
Send okkum ein fyrispurning
Send okkum ein fyrispurning umvegis okkara boðskipan, ella vit at ringja til okkara, og vit venda aftur sum skjótast.